TVOC

Mátitól til kanning av inniluft

VOC-kanning

VOC stendur fyri Volatile Organic Compounds, sum á føroyskum merkir “óstøðug organisk sambond”. Hugtakið fevnir um eina langa røð av fordampaðum kemikalium (organisk sambond).

Vit kunnu máta samlaðu myndina, TVOC, har øll tey ymisku organisku sambondini verða savnað undir einum. Vit nýta eitt ella fleiri elektronisk mátitól til at staðfesta nøgdina av TVOC. Vit hava eisini møguleika at taka luftroyndir, ið síðani kunnu greinast á starvsstovu.

VOC-evni kunnu vera krabbameinselvandi

Nógv VOC-evni, m.a. benzen, eru krabbameinselvandi. Tí verður nógv gjørt, bæði her heima og altjóða, fyri at minka um útlát av VOC. Hetta hevur m.a. ført til krøv um katalysatorar á bilum.

Bæði natúrligir keldur, m.a. avdamping av sokallaðum terpenum frá plantum, og menniskjaskaptar keldur, t.d. ófullfíggjað brenning av bensini og dieselolju frá akførum, eru við til at skapa VOC-evni.

VOC fordampa lættliga

Eitt eyðkenni við óstøðugum organiskum sambondum er, at tey lættliga fordampa í stovuhita og vanligum lufttrýsti. Tað kemst av, at kókipunktið er so lágt, at VOC-molekyl fordampa úr vætu- ella føstum líki og blandast við luftina rundan um.

Eitt gott dømi er formaldehyd, ið fordampast úr m.a. máling og verður latið úr tilfari sum kvarts. Tað hevur nevniliga eitt kókipunkt á bert -19 °C.

Í ES verða VOC-evni lýst sum “eitthvørt organisk samband, ið hevur eitt kókipunkt minni enn ella javnt við 250 °C mátað við vanligum lufttrýsti”.

Hvar kemur VOC fyri

Byggitilfar og møblar lata VOC frá sær, eins og tað kann koma fyri við tá man viðger yvirflatur á gólvum, veggjum og loftum. Útlátið av hesum evnum veksur, tá hitin og luftvætan vaksa. Hinvegin fella virðini vanliga innan nakrar mánaðir.

Tað, ið vit gera innandura, er eisini við til at økja um VOC í inniluftini. Til dømis um roykt verður innandura, ella um reingerðarevni og kosmetikk verða nýtt. Eisini matgerð hevur ávirkan. Alt hetta kann føra til høgt støði av ávísum óstøðugum evnum.

VOC kemur eisini fyri uttandura. Her er tað serliga dálking frá ferðslu, ið er atvoldin.

Kann elva til trupulleikar í andaleiðunum

Saman við køvievnisoksidum (NOx) skapa VOC-evni smog, ið kann skaða bæði gróður og tilfar. Nøgdin kann gerast so høg, at hon kann elva til trupulleikar í andaleiðunum. Eisini er VOC við til at bróta niður ozonlagið, orsakað av fotokemiskum reaktiónum í stratosferuni.

Vanliga eru VOC-evni tó ikki bráðeitrandi. Av tí at VOC-nøgdir vanliga eru lágar, koma sjúkueyðkennini ikki beinanvegin.

Sambært Patienthåndbogen á Sundhed.dk er VOC í inniluft vanliga ikki heilsuskaðiligt. Nøgdirnar eru vanliga langt undir tey virði, ið kunnu hava heilsuskaðar við sær.

Halt sjálv/ur eyga við VOC-støðinum

Okkara formaldehyd-/TVOC-mátitól vísir TVOC-støðið (samlað nøgd av óstøðugum organiskum sambondum), ið oftast er í dampformi í inniluftini. Nøgdin eigur ikki at fara upp um 3 mg/m³.

Hetta tólið er sera neyvt, tí tað hevur ein sera framkomnan elektrokemiskan sensor.

Harumframt kann mátitólið skjótt staðfesta mongdina av formaldehydi í luftini. Tú sært tí skjótt, um støðið er undir ella oman fyri viðmælda markvirðið á 0,1 mg/m³.

Tú kanst eisini sjálv/ur hava eftirlit við VOC í inniklimanum við mátitólinum, Wave Plus. Tólið heldur samstundis eyga við radonstøðinum og øðrum í inniklimanum, ið kunnu ávirka trygd og trivna.

Vit kanna TVOC í bústøðum og fyritøkum

Nýggjari kanningar, m.a. frá Teknologisk Institut, hava víst, at elektroniskar mátingar ikki kunnu standa einsamallar, um úrslitini eru nær markvirðunum. Tí taka vit eisini eina luftroynd, ið síðani verður greinað (vanliga við sokallaðari ORSA-tøkni) á eini góðkendari starvsstovu.

Vitjan av einum byggiverkfrøðingi við serkunnleika innan inniklima kostar frá 3.200 krónum. Prísurin fevnir um elektroniska løtumáting av TVOC, CO₂, lutfalsligari luftvætu og hita. Luftroynd til starvsstovugreining kostar 2.990 krónur. Allir prísir eru íroknað MVG.

Skriftligt úrslit av kanningini verður sent við telduposti umleið 14 dagar eftir vitjanina.