INNIKLIMA.FO

Kanningar og ráðgeving um inniklima

Vit kanna blámusopp, inniluft og byggitøknilig viðurskifti – og hjálpa tær at finna røttu loysnina.

Um Inniklima

Inniklima.fo veitir eina røð av tænastum og ráðgeving innan inniklima.

Vit gera vætu- og soppakaningar, og veita neyðuga ráðgeving og kostnaðarmeting í mun til at loysa trupulleikan.

Vit seta upp dátumátingar, ið loggar hita, vætu, CO₂, Radon, HCHO/VOC bitlar og onnur viðkomandi evni, ið kunnu hava ávirkan á innihvørvið. Eisini veita vit neyðugu ráðgevingina í hesum sambandi.

Vit gera vætugreiningar av bygningslutum í sambandi við bygging soleiðis, at byggiharrin kann verða tryggur í, at talan er um sunnar bygningslutir, ið ikki seinni koma at hava neiliga ávirkan á inniumhvørvið í bygninginum.

Vit samstarva við starvstovurnar hjá Teknologisk Institut um kanningar sum førleikar enn ikki eru at greina í Føroyum, sum t.d. Asbest, PCB.

Tørvar tær hjálp?

Set teg í samband við okkum, og saman finna vit røttu loysnina.