Hvat er blámusoppur?

Blámusoppur á eini appelsin

Blámusoppur hoyrir til sopparíkið og finst at kalla allastaðni í náttúruni, har hann livir í mold, á plantum og á deyðum plantutilfari. Blámusoppur brýtur niður plantur og annað lívrunnið tilfar og hevur tí ein týðandi leiklut í náttúrunnar ringrás.

Innandura er blámusoppur tó óynsktur. Blámusoppur veksur gjøgnum eitt netverk av mikroskopiskum tráðum (hyfum) og spjaðir seg við sporum ígjøgnum luftina. Soppurin veksur best í vætumiklum og heitum umhvørvi, men sporurnar kunnu yvirliva turk og byrja at spíra, um tað verður vátt aftur.

Blámusoppur kann hava nógvar litir: hvítan, gráan, gulan, reyðan, grønan, brúnan og heilt svartan lit.