Formaldehyd-kanning
Formaldehyd er heilsuskaðiligt fyri menniskju og verður mett at vera bæði allergi- og krabbameinselvandi.
Hevur tú illgruna um trupulleikar við formaldehydi í tínum bústaði ella fyritøku, kunnu vit koma at gera eina kanning. Vit snarkanna í fyrstu atløgu við einum elektroniskum formaldehydmátara.
Kann vera í fleiri formum
Formaldehyd kann koma fyri í fleiri ymiskum formum. Natúrliga er tað sum gass, men tað kann kondenserast til ymisk onnur sløg av formaldehydi (við øðrum kemiskum formlum), ið kunnu vera meira praktisk at nýta.
Ofta er formaldehyd vatnkent. Tá verður tað kallað formalin.
Formaldehyd drepur í reinum líki flestu bakteriur. Tí verður evnið, vanliga sum formalin, nýtt til sóttreinsan og konservering.
Formaldehyd er heilsuskaðiligt
Formaldehyd og vatnkenda formalinið eru heilsuskaðilig fyri menniskju og verða mett at vera bæði allergi- og krabbameinselvandi. Tí stendur formaldehyd/formalin á listanum hjá Miljøstyrelsen yvir vandamikil evni.
Harumframt verður mett, at formaldehyd kann ávirka bæði immunverju og ílegur negativt. Eisini í smærri nøgdum, heilt niður til 0,05 mg/m³, kann formaldehyd irritera eygu, nøs og háls. Formaldehyd hevur ein hvassan og stingandi lukt.
Summi fólk merkja luktin av fomaldehydi longu tá nøgdin er bert 0,03 mg/m³. Flestu fólk merkja tó ikki luktin fyrr enn nøgdin er nógv hægri – vanliga væl oman fyri markvirðini.
Markvirði fyri formaldehyd
Av tí at formaldehyd og formalin eru heilsuskaðilig, hava ymiskir stovnar ásett markvirði fyri evnið í okkara umhvørvi.
Heimsheilsustovnurin, WHO, mælir soleiðis til, at nøgdin av formaldehydi í innandura luft ikki fer upp um 0,1 mg/m³.
Eisini í donsku arbeiðsumhvørvislóggávuni eru ásett markvirði fyri eina røð av evnum í arbeiðsumhvørvinum, harímillum formaldehyd, upplýsir danska arbeiðseftirlitið og vísir til “Bekendtgørelse om grænseværdier for stoffer og (kemiske agenser) materialer i arbejdsmiljøet
Í kunngerðini sæst, at markvirðið fyri formaldehyd á arbeiðsplássum er sett til 0,4 mg/m³. Har sæst eisini, at evnið verður flokkað sum krabbameinselvandi, og at tað ongantíð er loyvt at fara upp um markvirðið.
Nær eigur tú at kanna fyri formaldehyd?
Merkir tú ein hvassan og stingandi lukt í heiminum, kann tað vera tekin um ov høga nøgd av formaldehydi í inniluftini. Í so fall eigur tú at kanna, hvussu høg nøgdin er í bústaðnum, og um hon møguliga fer upp um viðmæltu markvirðini.
Eisini um tú fært trupulleikar sum t.d. irriteraði eygu og slímhinnur, trupulleikar í andaleiðunum ella høvuðpínu, kann tað vera tekin um ov høga nøgd av formaldehyd í heiminum, og formaldehyd-virðini eiga at verða kannaði.
Eru spønplátur framleiddar fyri 1981, heilt nýggjar spønplátur ella fuktskaddar spønplátur í bústaðnum, er tað eisini orsøk til at kanna nøgdina av formaldehydi í luftini. Júst slíkar spønplátur eru ofta atvold til ov høgar nøgdir av formaldehydi.
Hvar kemur formaldehyd fyri
Lím og lakk sum verður brúkt til byggitilfar og møblar, gevur vanliga formaldehyd-gass frá sær. Tí stavar formaldehyd serliga frá byggitilfari sum krydsfinér, máling, MDF-plátum, steinull, spønplátum og sýruherðandi lakki, ið øll innihalda lím.
Formaldehyd kann tó eisini taka seg upp sum ein kemisk reaktión millum m.a. linolju og súrevni. Eisini kemiskar reaktiónir í halogenlampum, lasaraprentarum og løðarum kunnu skapa formaldehyd.
Tað skal tó nevnast, at formaldehyd og onnur skaðilig evni gera einamest gass úr nýliga framleiddum byggitilfari. Tí uppliva fólk ofta trupulleikar, tá tey flyta inn í nýliga bygdar bygningar ella eftir, at tey hava bygt um.
Vit kanna fyri formaldehyd í bústøðum og fyritøkum
Vit nýta ein elektroniskan formaldehydmátara við einum framkomnum elektrokemiskum sensori, ið ger mátingina sera neyva. Soleiðis kunnu vit skjótt og lætt staðfesta, um nøgdin av formaldehydi í luftini er undir ella oman fyri viðmælda markvirðið á 0,1 mg/m³.
Vísir úrslitið, at nøgdin av formaldehyd er tætt við ella oman fyri markvirðið, taka vit vanliga eisini eina luftroynd. Henda roynd verður síðani greinað við sokallaðari kammermetode á eini góðkendari starvsstovu sambært EN 717-1 standardinum fyri at fáa eitt heilt neyvt úrslit.
Ein formaldehyd-kanning kostar frá 3.200 kr. Harumframt kemur kostnaður fyri møguliga luftroynd og greining. Starvsstovuroynd kostar 2.990 krónur fyri hvørja roynd. Allir prísir eru íroknað MVG.
Bílegg eina formaldehyd‑kanning
Tú ert altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum fyri nærri kunning ella fyri at fáa eitt óbindandi tilboð — uttan mun til, um tað er fyri eitt einkult rúm ella eina alla skrivstovubygging. Tú kanst nýta sambandsskjalið her á síðuni.
Tú kanst sjálvandi eisini ringja til okkara á tlf. +298 918918 ella skriva til okkum á inniklima@innklima.fo