Burturbeining av blámusoppi

Nærmynd av blámusoppi

Blámusoppur eigur altíð at verða burturbeindur, uttan mun til vav og slag.

Smærri øki við blámusoppi, til dømis í fugunum í baðirúminum og í vindeygakørmunum í sovikamarinum, kunnu vaskast burtur við vanligum reingerðarevni. Um tað ikki ber til at reinsa tilfarið nóg væl, eigur tað at verða skift út.

Um blámusoppurin fevnir um stór øki ella situr torført atkomuligt í konstruktiónum í húsinum, verður mælt til at lata eitt virki, sum hevur serkunnleika í at basa blámusoppi, taka sær av arbeiðinum.