Sambandið millum blámusopp og heilsu
Tað er stórur munur á, hvussu viðkvæm fólk eru fyri blámusoppi. Tí er ringt at siga, hvørji sløg og hvussu stórar nøgdir av blámusoppi skulu til, áðrenn ein fær heilsutrupulleikar.
Heimsheilsustovnurin WHO og Sundhedsstyrelsen mæla tí til í mest møguligan mun at fyribyrgja, at væta og blámusoppur fáa gróðrarumstøður, tí tað ikki ber til at áseta eitt markvirði, sum sigur, hvussu nógvan blámusopp, vit tola, áðrenn vit gerast sjúk.