PCB

image 1442268854252670

PCB-kanning

Hóast tað í dag er bannað at nýta evnið, finst PCB framvegis í umhvørvinum, tí tað fyrr varð nýtt í m.a. byggitilfari, til dømis kitt í termorútum.

Hevur tú illgruna um trupulleikar við PCB í bústaðnum ella fyritøkuni? So kunnu vit koma at kanna, um PCB er til staðar.

PCB kann vera heilsuskaðiligt

PCB er ein stytting fyri “polychlorerað bifenyl”. Tað fevnir um eina langa røð av kloreraðum, organiskum sambondum, ið eru framleidd ídnaðarliga.

Evnini, ið sostatt ikki koma fyri natúrliga, vórðu upprunaliga ment í 1920’unum og hava serliga verið nýtt í elektronikkídnaðinum. PCB hevur tó eisini verið nýtt innan byggivinnuna, m.a. í fugum og kitti í termorútum frá áðrenn 1973.

Harumframt hevur PCB verið nýtt í lími og máling. Tí kunnu bygningar frá áðrenn fyrst í 1980’unum innihalda byggitilfar við PCB.

PCB og onnur líknandi evni verða mett sum umhvørviseitur og kunnu vera heilsuskaðilig. Hóast PCB ikki verður mett at elva til bráðsjúku, verður evnið sett í samband við m.a. skaðar á heila og livur og verður eisini hildið at vera krabbameinselvandi.

Finst í mati okkara

Vit kunnu verða útsett fyri PCB á fleiri ymiskar mátar. Teir vanligastu eru gjøgnum mat, við at anda inn og nerta við tilfar, ið inniheldur PCB. Av hesum er matur tann størsta keldan, har fiskur stendur fyri størsta partinum.

Hetta kemst av, at PCB er torført at bróta niður og tí framvegis finst í stórum nøgdum í náttúruni. Tað merkir m.a., at nógv ár eftir, at útlát av PCB eru steðgað, sæst PCB framvegis í feitum mati, so sum feitum fiski, kjøti, mjólkarvørum og eggum.

Skaðar frá PCB

At PCB kann hava skaðiliga ávirkan, kom til sjóndar í 1960’unum og 1970’unum, tá tað var eyðmerkt í djórum. Seinni varð staðfest, at tað eisini kann vera sera skaðiligt fyri menniskju. Millum annað eru álvarsligir skaðar á miðnervalagnum staðfestir eftir PCB-eitranir í m.a. Japan.

Seinni kanningar hava eisini víst ymisk stig av sálarligum skaðum hjá børnum hjá foreldrum, ið hava verið eitrað við PCB, tí feittupploysiligu eiturevnini verða flutt til barnið undir barnsburði og bróstageving.

Hjá vaksnum kunnu stórar nøgdir av PCB elva til livrarskaðar, ið í ringasta føri kunnu vera undanstig til krabbamein. Tí verður PCB mett sum krabbameinselvandi. Harumframt verður langtíðarávirkan av PCB sett í samband við skaðar á hormon- og immunskipanina og skjaldurkertilin.

Tiltaksvirði fyri PCB

Nøgdin av PCB, ið fólk verða útsett fyri í inniluftini, og sostatt heilsuvandin, verður mett út frá nøgdini av PCB fyri hvønn m³ luft. Nøgdin verður vanliga uppgivin í nanogrammum (ng).

Av tí at PCB kann vera heilsuskaðiligt, hevur Sundhedsstyrelsen ásett hesi tiltaksvirði:

Undir 300 ng/m³: PCB er ella kann vera í bygninginum, men ikki í nøgdum, ið verða mettar at hava týðandi øktan heilsuvanda við sær.

300–3.000 ng/m³: Longri uppihald kann møguliga føra til heilsuvanda. Tí eiga tiltøk skjótast gjørligt at verða sett í verk fyri at minka um nøgdina.

Yvir 3.000 ng/m³: Longri uppihald kann hava við sær álvarsligan heilsuvanda. Tí eigur keldan beinanvegin at verða innibyrgd ella burturbeind.

Minka um PCB í inniluftini

Við regluliga at lufta út og syrgja fyri gjøgnumtrekki, ber til at minka um PCB í inniluftini. Tað minkar eisini um vanda fyri trupulleikum við fukti og blámusoppi og kann eisini hjálpa móti radon í inniklimanum.

At reingera væl og regluliga kann eisini hava góða ávirkan, tí tað forðar PCB-dusti og partiklum í at savnast í bygninginum.

Í summum førum er ikki møguligt at fáa alt PCB burtur úr einum bygningi. Tá kann uppseting av mekaniskari ventilatión, ið støðugt skiftir inniluftina út við fríska luft uttanífrá, vera ein loysn.

Kanningar í øllum sløgum av bygningum

Ein PCB-kanning eyðmerkir og staðfestir mongdina av tilfari í bygninginum, sum inniheldur PCB og staðfestir, um PCB er ein trupulleiki fyri inniluftina.

Kanningin fevnir vanliga um bæði tilfars- og luftroyndir.

Soleiðis fer kanningin fram

Forkanning:

Søgan hjá bygninginum verður kortløgd. Aldurin á bygninginum og møguligum útbyggingum, nær vindeygu eru skift o.s.fr., hava stóran týdning fyri vandan fyri PCB og kloreraðum paraffinum í fugum, installatiónum og máling.

Royndir:

Við støði í forkanningini verða avtalaðu royndirnar tiknar. Vit syrgja sjálvsagt fyri at halda galdandi arbeiðsumhvørvisreglur fyri at verja tey, ið brúka bygningin, og umhvørvið.

Greining av royndum:

Nøgdin av PCB og kloreraðum paraffinum verður síðan mett við gaschromatografi/massespektrometri á eini góðkendari starvsstovu. Harumframt verður keldan til dálkingina mett, tí dálkingin kann bæði koma frá tilfarinum sjálvum og frá tilfarinum rundanum, t.d. vindeygum.

Í summum førum kann dálkingin eisini vera luftborin. Tað merkir, at tilfar, sum ikki í sær sjálvum inniheldur ella nertur við PCB ella kloreraði parrffin, kann vera dálkað. Tí nýta vit ofta luftmátingar, so ávirkanin á inniluftina kann metast.

Frágreiðing:

At enda gera vit eina frágreiðing, ið skjalfestir tær framdu kanningarnar. Frágreiðingin inniheldur eisini uppskot til neyðug tiltøk og umvælingar, um greiningarnar vísa ov høgar nøgdir.

Vit kunnu harumframt bjóða ráðgeving um PCB í bygningum og gera uppskot til umvælingar í sambandi við umbygging, endurnýggjan og niðurtøku. Vit hjálpa eisini fegin við at stýra allari tilgongdini frá A til Z.