Asbest
Asbestkanning
Skalt tú umvæla, dagføra ella taka niður bygningar ella partar av bygningum, sum eru bygdir áðrenn 1987, kann vera, at asbest er brúkt í byggingini. Av tí at asbest kann vera vandamikið, bæði fyri umhvørvið og heilsuna, skal arbeiði við hesum slagi av tilfari fara fram sambært galdandi reglum og vegleiðingum frá Arbeiðseftirlitinum, so tryggjað verður, at tilfarið verður handfarið á forsvarligan hátt.
Asbest var eitt vælumtókt byggitilfar
Asbest, sum er eitt natúrligt mineral, er bæði bjálvandi og eldfast. Tað merkir, at tilfarið ikki kann brenna og tolir hitastig upp í 900 °C.
Hetta gjørdi tilfarið vælumtókt sum byggitilfar. Eisini hevur asbest verið brúkt til verndardraktir og handskar – nógv kenna helst orðið “asbestdrakt”.
Í Danmark hevur asbest harumframt verið brúkt í framleiðsluni av Eternit. Eternit, ella fibursement, verður serliga brúkt til bygningafasadur og tøk. Nútímans Eternit verður tó framleitt uttan asbest.
Forboðið síðani 1980’ini
Asbest er ikki longur lógligt at brúka sum tilfar. Orsøkin er, at asbest er gjørt av sera smáum og tunnum tægrum, sum kunnu koma inn í kroppin og niður í lunguni, har tey kunnu elva til asbestosu ella steinlungu, sum tað eisini verður kallað.
Eftirhondini sum fólk gjørdust varug við heilsuvandan, vórðu settar alsamt strangari avmarkingar fyri nýtslu av asbesti í Danmark frá byrjanini av 1970’unum, inntil tað í 1980’unum varð beinleiðis forboðið at brúka asbest sum byggitilfar.
Asbest finst framvegis nógvastaðni
Í dag er tískil forboðið at framleiða, innflyta, brúka ella arbeiða við asbesti ella tilfari, sum inniheldur asbest. Kortini er framvegis nógv asbest í nógvum eldri bygningum. Ikki bara í Eternit-fasadum og tøkum. Asbest hevur nevniliga verið brúkt í fleiri sløgum av byggitilfari, t.d. pussi, gólválegging, tapeti og rørbjálving.
Asbest er harumframt ofta at finna í eldri fýrrúmum og rúmum við rørleiðingum. Hetta kemst av, at asbestbjálving av hitainstallatiónum var sera vanlig í 1960’unum og fyrst í 70’unum.
Asbestosa
Asbestosa, eisini kallað steinlungu, er ein kronisk lungasjúka, sum stavar frá asbesti í lungunum – vanliga orsakað av, at fólk hava andað inn asbesttægrar úr asbestdusti.
Tægrarnar eru so smáar, at tær kunnu røkka heilt inn í tær tunnastu greinarnar í lungunum. Hetta førir til kroniska irritatión í lungavevnaðinum, so arrvevnaður verður skaptur í teimum smáu lungabløðrunum (alveolunum).
Arrvevnaðurin merkir, at ilt ikki verður flutt nóg væl frá innandaðu luftini til blóðið. Hetta kennist sum andaneyð.
Asbestosa kann ikki lekjast og vísir seg vanliga ikki fyrr enn 10–20 ár eftir, at ein hevur verið útsettur fyri asbestdusti. Sjúkan kann harumframt elva til tjúknan av lungnahinnuni og krabbamein í lungu og lungnahinnu.
Tíbetur er asbestosa, sum er viðurkend sum arbeiðstengd sjúka, vorðin ein heldur sjáldsom sjúka um okkara leiðir, tí asbest hevur verið forboðið í nógv ár. Kortini finst framvegis asbest í sera mongum bygningum, sum eru bygdir ella dagførdir, áðrenn asbest varð forboðið í 1987.
Her finnur tú asbest
Asbest finnst m.a. í:
- Útsúgvingar- og ventilatiónsrørum frá áðrenn 1987
- Gólválegging frá áðrenn 1981
- Innandura veggklædningum og loftum frá áðrenn 1986
- Bjálvingartilfari frá áðrenn 1980
- Taktilfari frá áðrenn 1982
- Útvendum veggklædningum frá áðrenn 1986
Kanna fyri asbest
Hjá Inniklima kunnu vit kanna, um asbest ella tilfar, ið inniheldur asbest, er til staðar. Vit brúka góðkendar, effektivar og tryggar arbeiðshættir, so tilgongdin verður einføld og greið.
Tað er skilagott at fáa kannað, um asbest-byggitilfar er brúkt, so neyðug fyrilit kunnu takast. Ikki bara fyri egnari heilsu, men eisini fyri umhvørvinum og heilsuni hjá øðrum.
Ein asbestkanning kostar frá kr. 6.000 íroknað mvg.
Kanning og ráðgeving
Vit kanna byggitilfarið í hølinum, sum ynskist kannað, fyri at staðfesta, um asbest er til staðar. Vanliga er nóg mikið at síggja tilfarið, men viðhvørt er neyðugt at gera eitt lítið hol onkrastaðni í tilfarið.
Vit taka royndir av byggitilfarinum og senda tær til eina góðkenda starvsstovu. Har verða royndirnar greinaðar fyri at staðfesta, um tær innihalda asbesttægrar.
Tá kanningin og møguligar greiningar eru lidnar, fært tú eina frágreiðing við úrslitunum av kanningini og eina meting í mun til galdandi reglur á økinum. Vit kunnu eisini gera vegleiðandi ætlanir fyri, hvussu asbest-tilfar skal handfarast sambært galdandi reglum.