Er blámusoppur í bústaðinum hjá tær?
Flestu hugsa um blámusopp sum svartar plettir á veggjum og loftum, men í veruleikanum veksur blámusoppur oftast fjaldur í konstruktiónunum í bygninginum, t.d. inni í einum baðirúmsveggi, undir gólvinum ella í bjálvingini. Hetta ger tað trupult at finna út av, um blámusoppur er í bygninginum. Í hesi grein hava vit lýst 5 viðurskifti, sum kunnu benda á, at blámusoppur veksur hjá tær.
Trupulleikar við at vera í bygninginum
Tað er stórur munur á, hvussu viðkvom fólk eru fyri blámusoppi, men nógv kenna ymiskt óbehag, tá tey eru í fuktigum bygningum við blámusoppvøkstri.
Vanlig eyðkenni eru:
- Høvuðpína
- Møði
- Trupulleikar við at hugsavna seg og at minnast
- Svimbul og kvalmi
- Illa til passar
- Skriði í eygunum
- Ampi í andaleiðunum
- Hosti og hæsi
- Afturvendandi hjáholubruni
- Nasablóð
- Reyð og irriterað húð
Um tú upplivir eitt ella fleiri av omanfyri nevndu eyðkennum, og tey minka ella hvørva heilt, tá tú ikki ert í bygninginum í longri tíð, kann tað vera tekin um, at fjaldur blámusoppvøkstur er í bygninginum.
Luktur
Nógv sløg av blámusoppi hava ein modnan lukt, sum summi lýsa sum lukt av kjallara ella summarhúsi. Lukturin kemur, tí blámusoppurin letur frá sær gass, tá hann brýtur niður lívrunnið tilfar.
Gassini eru helst ikki skaðilig í sær sjálvum, men tey kunnu vera tekin um, at blámusoppur veksur í bygninginum. Modni lukturin kann tó eisini stava frá bakteriuvøkstri í frárensli frá hondvaski ella brúsu, men tá plagar lukturin at vera sterkast beint við frárenslið.
Legg til merkis, at ein onkuntíð kann hava búð so leingi í húsi við modnalukti, at ein sjálvur ikki leggur merki til luktin, meðan gestir merkja hann, so skjótt teir koma inn um dyrnar.
Eldri vatnskaðar
Hevur tú haft vatnskaða í húsinum, sum síðani er tornaður, kunnu framvegis væl vera trupulleikar við blámusoppi. Turrir skaðar lukta ikki, men teir kunnu lata frá sær stórar mongdir av teimum soppsporum og smábitlum, sum eru undir illgruna fyri at elva til heilsutrupulleikar.
Tørvur á javnan at fylla vatn á hitaskipanina
Mongu vatnrørini í bygninginum hava avmarkaða livitíð, og um tú til dømis upplivir, at tað ofta er tørvur á at fylla vatn á hitaskipanina, kann tað vera, at eitt vatnrør hevur fingið skaða. Ótøtt vatnrør kunnu leiða stórar mongdir av vatni út í bygningskonstruktiónirnar og elva til nógvan fukt og álvarsligar tilburðir av blámusoppvøkstri. Tí er týdningarmikið at kanna vatnrørini, um illgruni er um leka.
Litbroytingar
Um tú leggur merki til, at ein yvirflata er vorðin illlitt, so kann tað vera tekin um bæði fukt og kuldabrýr. Fuktur er í sær sjálvum ein kelda til blámusoppvøkstur, meðan kuldabrýr taka seg upp, tá yvirflatur eru illa bjálvaðar. Lægri hitin merkir, at vatnið í luftini kondenserast á yvirflatanum, og harvið økist vætan so nógv, at blámusoppur kann vaksa.
Hevur tú illgruna um, at blámusoppur veksur í bústaðinum hjá tær, er lætt at kanna hetta við HouseTests DNA-greining: Tú tekur eina dustroynd við einum royndartøkusetti frá HouseTest. Royndin verður kannað fyri spor eftir blámusoppi á starvsstovu, og svarið er klárt beinanvegin.