Hvar veksur blámusoppur?

Kanning av skaðum í einum bygningi

Blámusoppur brýtur niður lívrunnið tilfar, og tað finst nógv lívrunnið tilfar í okkara húsum: Timbur, lím, tapet og annað pappírstilfar.

Tað merkir samstundis, at blámusoppur ikki altíð veksur sjónliga á veggjum, loftum ella gólvum, men er ofta fjaldur millum skins og hold, aftan fyri tapetið ella gipsplátuna, undir gólvinum, undir væðingini, í krúpikjallaranum ella í øðrum tómrúmum.

Harumframt krevur blámusoppur vætu fyri at trívast. Væta á yvirflatanum á byggitilfari kann stava frá vatnskaðum, men ov høg luftvæta í bústaðinum orsakað av vantandi útlufting kann eisini vera orsøk til vætu.

Í eldri, illa bjálvaðum húsum kondenserast vætan í luftini á køldum útveggjum og gevur góð kor hjá blámusoppi, um ikki verður luftað væl út við jøvnum millumbilum. Blámusoppur er altíð tekin um vætutrupulleikar í einum bústaði.