Hvat kann eg sjálv/ur gera?

Blámusoppur sæð í nærmynd

Týdningarmesti tátturin fyri at sleppa undan blámusoppi í bústaðinum er, at luftvætan verður hildin so lág, at blámusoppur ikki kann vaksa. Flestu sløg av blámusoppi krevja eina relativa vætu á tilfarsyvirflatuni á minst 75 %.

Væta kann koma uttanífrá í sambandi við vatnskaðar og lekar í húsinum, og tí er týdningarmikið at syrgja fyri vanligum viðlíkahaldi av bústaðinum. Ein stórur partur av vætuni í húsum stavar frá dagliga virkseminum hjá húsfólkinum, eitt nú matgerð, bað og turking av klæðum, sum lata frá sær stórar mongdir av vætu, ið verða til kondens á yvirflatum og økja um relativu tilfarsvætuna.

Fyri at sleppa undan høgari luftvætu innandura er týdningarmikið at lufta út hvønn dag við jøvnum millumbilum – serliga í sambandi við matgerð og bað. Eisini í sovikamarinum er týdningarmikið at hava góða útlufting, tí vit lata nógva vætu frá okkum, meðan vit sova. Nógvum dámar eisini, at tað er kølið í sovikamarinum, og tað økir um vandan fyri kondensi.