Fjaldur blámusoppur ávirkar inniklimaði

Royndartøkusettið hjá HouseTest

Ofta sæst blámusoppavøkstur ikki, tí hann veksur millum skins og hold, og tað kann tí vera trupult at staðfesta, at blámusoppur er í heiminum. Men bæði fjaldur og sjónligur blámusoppur kunnu lata partiklar og mykotoksin út í inniklimaði og soleiðis vera orsøk til heilsuligar trupulleikar hjá húsfólkinum.

Nógv sløg av blámusoppi hava ein modnan lukt. Ofta tekur illgruni um blámusopp seg upp, tí húskfólkið fær ymsar heilsutrupulleikar, eitt nú ampa í andaleiðum, høvuðpínu, møði og trupulleikar at hugsavna seg, irriteraði eygu og versnandi astma.

Um illgruni er um fjaldan blámusopp, er týdningarmikið at fáa hetta kannað. Her er HouseTests DNA-greining ein sera væl egnaður háttur, tí greiningin kann skjótt og neyvt staðfesta, um fjaldur blámusoppur er í bygninginum.

DNA-greiningin krevur ikki, at inntriv verða gjørd í bygningskonstruktiónirnar, og hetta er ein stórur fyrimunur.

Ein positiv DNA-greining gevur eina ábending um, hvat byggitilfar er orsøk til vøksturin. Harvið verður eftirfylgjandi kanningararbeiðið lættari.

Um kanningin staðfestir illgrunan um fjaldan blámusopp í bústaðinum, má orsøkin til vætuna staðfestast og umvælast fyri at sleppa undan fleiri trupulleikum.

Blámusoppur byrjar at vaksa, so skjótt umstøðurnar eru lagaligar, t.e. tá nóg mikið av vætu er til staðar. Væta frá vátum byggitilfari, brek í byggikonstruktiónini (kuldabrúgv, dampsperra o.l.), ótøtt takkonstruktión, leki í baðirúmi ella fjaldum rørum og aðrir vatnskaðar kunnu hava við sær økta vætu, og hetta elvir til vanda fyri vøkstri av blámusoppi millum skins og hold.

Vit bjóða DNA-kanningar í samstarvi við HouseTest.