Støðulýsingar
Byggitøknilig ráðgeving
Ráðgeving í sambandi við keyp
Ætlar tú at keypa hús ella íbúð?
Tá verður mælt til at hava ein byggiserkønan við til sýningina, sum kann umboða tíni áhugamál og svara tínum spurningum.
Húsaskoðanin einsamøll gevur tær ikki altíð allar upplýsingar, sum tú hevur tørv á í sambandi við keypsavgerðina.
Húsaskoðanir eru vanliga skrivaðar á einum tekniskum máli, sum kann vera ringt at skilja hjá vanligum fólki.
Ein ráðgevi, sum hjálpir tær at gjøgnumganga dreymahúsini, hevur aðrar møguleikar
Ráðgevingin fer fram sambært tínum tørvi, og tú fært svar uppá ítøkiligar spurningar.
Partar av býlinum verða kannaðir, sum ikki eru í húsaskoðanini, og sum standard verða fuktmátingar gjørdar í øllum kritiskum støðum.
Orkan verður ikki brúkt upp á at gera flottar frágreiðingar, men heldur upp á eina gjølliga og individuella kanning, sum verjir teg móti einum møguligum skeivum keypi.
Inniklima – Byggitøknilig ráðgeving
- Gjøgnumgongd av søluuppseting
- Gjøgnumgongd av húsaskoðan
- Gjøgnumgongd av ognini
- Fuktkanning
- Váðameting
- Ráðgeving í sambandi við ognarskiftistrygging
- Persónlig ráðgeving, tillagað tørvinum hjá keyparanum
Byggiharri
Ætlar tú at byggja nýtt, umvæla ella byggja um?
Tá verður mælt til at hava ein byggharraráðgeva við, sum kann taka sær av tínum áhugamálum.
Ein úrslitavís ráðgeving loysir seg altíð hjá byggiharranum.
Vit kunnu m.a. hjálpa tær við:
- Forkanningum
- Málsviðgerð hjá myndugleikum
- Útbjóðingum
- Arbeiðstakararsáttmálum
- Byggileiðslu / eftirliti
- Góðskutrygging
Bygningsskaðar
Hevur tú skaðar á bygninginum?
Eru manglar eftir handverkaraarbeiði?
Vilt tú at boða frá einum tryggingarskaða?
Hevur tú fukt, blámusopp, rot ella sopp í húsinum?
Vit kunnu m.a. hjálpa tær við:
- Bygningsskaðagreining
- Fuktkanning
- Inniklimakanning
- Asbestmáting
- Radonmáting
- PCB-máting
- Viðgerð av tryggingarskaðum
- Sýn og meting
Bygningseigari
Eigur tú bygningar?
Vit kunnu m.a. hjálpa tær við:
- Gjøgnumgongd í sambandi við húsakeyp
- Húsaskoðan
- Viðlíkahaldsætlan
- Ráðgeving í sambandi við umvælingarverkætlanir
- 1 ára eftirlit
- 5 ára eftirlit
Byggitøknilig ráðgeving
- Byggiharraráðgeving
- Byggileiðsla / eftirlit
- Góðskutrygging
- Bygningsgreining
- Bygningsskaðagreining
- Ráðgeving til bygningseigarar
- Viðgerð av tryggingarskaðum
- Sýn og meting
Starvsstova
Vit gera hesar greiningar á okkara starvsstovu:
- Kvantitativa greining av blámusoppi á yvirflatum
- Kvantitativa greining av blámusoppi í byggitilfari
- Kvantitativa greining av blámusoppi í rúmluft
- Kvantitativa greining av bakterium á yvirflatum
- Fuktjavningarmátingar í mátikamarum
Royndir til uttanhýsis starvsstovur
Vit gera luftmátingar og taka royndir og fyrireika tær til greining á uttanhýsis starvsstovum:
- Mikroskopi av blámusoppi
- Dyrkingarroyndir av blámusoppi og bakterium
- Greining av træniðurbrótandi soppi
- Asbestkanningar (tilfarsroyndir, tape-kanning og luftmátingar)
- PCB-kanningar (tilfarsroyndir, luftmátingar)
- Tungmetall
- PAH
- Klorparaffinir
- Aldehyd-luftmátingar
- Fleiri kemiskar greiningar eftir fyrispurningi
Set teg í samband við okkum
Fá nærri kunning ella eitt óbindandi tilboð.