Vit kanna formaldehyd, TVOC, asbest og PCB í bústøðum og fyritøkum. Les meira um tær einstøku kanningarnar niðanfyri.
Hevur tú illgruna um trupulleikar við formaldehydi í tínum bústaði ella fyritøku, kunnu vit koma at gera eina kanning.
Vit kunnu máta samlaðu myndina, TVOC, har øll tey ymisku organisku sambondini verða savnað undir einum.
Skalt tú umvæla, dagføra ella taka niður bygningar ella partar av bygningum, sum eru bygdir áðrenn 1987, kann vera, at asbest er brúkt í byggingini.
Hóast tað í dag er bannað at nýta evnið, finst PCB framvegis í umhvørvinum, tí tað fyrr varð nýtt í m.a. byggitilfari, til dømis kitt í termorútum.