lbf.fo
Mycometer Surface
LBF hevur góðkent fólk til kanningararbeiðið við Mycometer-háttinum.
Ein Mycometer Surface-kanning er ein skjótur og ómakaleysur háttur at kanna, um soppur veksur á bygningslutum. Hátturin setir ikki spor eftir seg, og tað er ikki neyðugt at gera destruktiv átøk fyri at kanna bygningslutirnar.
Kanningin á staðnum tekur úr umleið 15 minuttum upp í ein tíma alt eftir, hvussu nógvar royndir skulu takast.
Kanningin á starvsstovuni tekur umleið ein tíma, ið ger Mycometer væl egnað, um tit vilja hava gjørda eina skjóta kanning.
Hátturin verður nýttur til at:
- Kanna, um mislitur á yvirflatum er blámusoppavøkstur ella ikki
- Kanna, um t.d. ein vatnskaði hevur ment seg til soppavøkstur
- Avmarka vakstarøkið, tí soppavøkstur er ikki í øllum førum sjónligur
- Góðskutrygging eftir umvæling/reingerð
Kategori A: Støðið er ikki meiri enn vanligt
Kategori B: Støðið er meiri enn vanligt. Tað kann stava frá høgum nøgdum av sporum í dusti ella frá einum gomlum vatnskaða.
Kategori C: Støðið er væl meiri enn vanligt orsakað blámusoppavøkstri.
Viðkomandi
Fakta