lbf.fo
07-04-2014
Hava bygt land í hálva øld
07-04-2014
Røða hjá Heðini Mortensen, borgarstjóra
28-12-2011
Nú kannar LBF eisini inniumhvørvið
28-12-2011
LBF hevur fingið nýggja heimasíðu

Hava bygt land í hálva øld
Røðan hjá Magna Arge á fimmti ára degnum hjá Landsbyggifelagnum, ið var hátíðarhidin í Østrøm á ársdegnum, 1. apríl 2014
Hava bygt land í hálva øld
Fleiri mundu spyrja fyri 50 árum síðan, um eitt felag sum Landsbyggifelagið yvirhøvur hevði nakran tilverurætt í einum so fámentum útjaðara sum Føroyum. Men Landsbyggifelagið er júst dømi um, at tað, sum summi halda vera ógjørligt í Føroyum, er mangan væl gjørligt, segði Magni Arge í gestarøðu á 50 ára degnum hjá Landsbyggifelagnum 1. apríl
Í dag hátíðarhalda vit, at Landsbyggifelagið verður 50 ár. Tað vóru teir tríggir, Jógvan á Lað, Pauli Andreasen og Kristjan Jensen, sum stovnaðu felagið 1. apríl í 1964. Hetta vóru ikki menn, sum hugsaðu smátt. Longu í sjálvum navninum fingu fólk varhuga av, at her var eitt felag, sum ætlaði at fremja stórverk. At byggja land var málið, og land hevur Landsbyggifelagið sanniliga bygt farnu hálvu øldina.
Sum eg havi skilt hugsjónina hjá stovnarunum, var umráðandi fyri teir at prógva, at byggjast kundi upp ein ráðgevingarvinna í Føroyum, so Føroyar gjørdust sjálvbjargnar á tí økinum. Teir ímyndaðu sær eina tjóðarbygging á tí øki, teir vóru serfrøðingar í. Hví biðja onnur gera arbeiðini fyri okkum, tá vit sjálv hava fakligar førleikar til bæði at fyrireika og avgreiða arbeiðini, spurdu teir og fóru til verka.
At standa fyri tílíkum uppbyggingarvirksemi krevur treiskni, og treiskir vóru teir, sum fóru til verka í Landsbyggifelagnum, so treiskir, at felagið treiskast enn og setir sín stóra dám á tær útbyggingar, sum fara fram kring landið. Í einum fakligum umhvørvi, sum tryggjar framhald og dygd í tí, sum felagið ger, verða stórir tankar tonktir og neyvar umhugsanir gjørdar, so arbeiðini skulu verða gjørd so væl sum gjørligt og hóska til viðurskiftini í Føroyum.
Tað ógjørliga var gjørligt
Fleiri mundu spyrja fyri 50 árum síðan, um eitt tílíkt felag yvirhøvur hevði nakran tilverurætt í einum so fámentum útjaðara sum Føroyum. Men Landsbyggifelagið er júst dømi um, at tað, sum summi halda vera ógjørligt í Føroyum, er mangan væl gjørligt. Tað kemur tó ikki burtur úr ongum. Tað krevur dirvi, tað krevur trúgv upp á egið fakligt dugnasemi, og so krevur tað áhaldni. At byggja land við tílíkum eginleikum gevur jú eisini góða meining.
Avrikini hjá Landsbyggifelagnum tala fyri seg. Í byrjanini virkaði felagið bæði sum ráðgevi og entreprenørur, men seinni legði felagið seg serliga eftir at virka sum ráðgevi. Felagið hevur verið við í einum heilum hópi av verkætlanum í Føroyum - eini 1.700 higartil, og fleiri leggjast aftrat. Landsbyggifelagið hevur verið við til at bygt havnir, gera vegir, byggja ferjulegur, tunlar, flogvøll, skúlar, flakavirkir, sjúkrahús, ellisheim, kirkjur og mangt annað. Lít teg í kring, og Landsbyggifelagið hevur verið uppi í leikinum!
Upp á fleiri mátar kenni eg meg aftur í tí hugsjón, sum Landsbyggifelagið hevur virkað eftir. Í 18 ár var eg stjóri í einum felag, sum upprunaliga fekk tað skoðsmál, at felagið fór ongantíð at hóra undan, tí tílíkum serfrøðingavirksemi sum at skipa fyri flúgving høvdu føroyingar ikki skil fyri. Tað var ógjørligt at fáa eitt føroyskt flogfelag at bera seg, tí vit eru so fáment, varð sagt, men í felagnum vóru fólk treisk og tóku við avbjóðingini.
Avlopini í felagnum sóust ikki beinanvegin, men smátt um smátt fóru tey at síggjast, dirvið hjá fólki mentist, og nýggjar leiðir út í heim skaptu nýggjar avbjóðingar. Við Føroyum sum miðdepli og vegna tað fólk, sum her býr, varð bygt upp eitt tjóðarflogfelag, ið sum fráleið bæði menti og endurnýggjaði sín flota, so flogførini nú røkka alla leiðina tvørtur um evropeiska meginlandið og heilt til Norðuramerika, um tað skal vera. Í fjør lendu flogførini við føroyskari manning í fimm heimspørtum.
Eg nevni hetta bara, tí í Atlantsflog hava treiskni, stoltleiki og dugnaskapur sanniliga sett dám á alt tað, sum fólk gjørdu. Ofta hevur staðið á, og ofta kom fyri, at fólk ristu á høvdinum og søgdu, at hetta landið var ikki egnað til flúgving. Men tá varð bara svarað, at okkara missión er at gera tað ómøguliga møguligt – to make the impossible possible. Akkurát sum í Landsbyggifelagnum farnu áratíggjuni tóku starvsfólkini við teimum uppgávum, ið komu, og loystu tær við góðum treysti.
Landsbyggifelagið eigur eisini sín lut í, at vit fingu kjølfest eina føroyska flogvinnu við hundratals føroyingum í arbeiði, tí ein týðandi partur av grundarlagnum var hangarurin har vesturi, flogskýlið, har flogfør og tyrlur hava verið hildin viðlíka hvønn einasta dag. Tað var ikki hissini uppgáva at dimensionera hurðarnar á flogskýlinum, sum skulu standa einari ódn fyri og aðrari eftir kurl, men tað gjørdi Landsbyggifelagið, sum stóð fyri prosjekteringini og eftirlitinum.
Hvønn dag tey 18 árini, eg var har vesturi, havi eg glett meg um tað dygdararbeiðið, sum skapti neyðugu karmarnar at grunda føroyska flogferðslu á, og Landsbyggifelagið er sjálvandi eisini partur av Faerport-samtakinum, sum stendur fyri at byggja nýggja terminalin í Vágum, sum væntandi verður tikin í nýtslu í summar.
Hóraði undan kreppuárini
Um Føroyar farnu 50 árini verður sagt, at í 60’unum tjentu vit pengarnar, í 70’unum brúktu vit teir, í 80’unum læntu vit teir, og í 90’unum fóru vit á heysin. Í 00’unum royndu vit so við varsemi at fóta okkum aftur. Mong livdu væl í 80’unum, men nærum ongin slapp undan, tá kreppan kom í 90’unum, heldur ikki Landsbyggifelagið. Tá mest var at gera í áttatiárunum, arbeiddu 55 fólk hjá felagnum. Tá kreppan kom , og Føroyar nærum steðgaðu upp í 1992/93, vóru bara fimm fólk eftir.
Eitt felag, sum missir 50 av sínum starvsfólkum, eigur í grundini ikki at hóra undan. Tað er jú ein vanlukka at koma soleiðis fyri. Men treisknið, sum Landsbyggifelagið varð grundað á, kom eisini til góðar krepppuárini. Kundi felagið ikki liva á aldukampinum, kundi tað gera eina heiðurliga roynd at ana seg ígjøgnum tað ringasta, og tað var júst hetta, sum Landsbyggifelagið gjørdi undir kreppuni.
Mær er sagt, at av teimum fimm fólkunum, sum vóru eftir í starvi, arbeiddu øll ikki fulla tíð. Men tey vóru har, og tá konjukturarnir vendu, var felagið til reiðar at taka dik á seg aftur, og starvsfólkatalið er nú økt upp í 25, og fleiri eru væntandi.
Skalt tú standa ímóti ógvusligari mótgongd, krevst, at tú heldur teg til tíni grundvirðir. Tú kennir tínar fakligur styrkir, tú varðveitir tín stoltleika, og tú varðveitir títt áhaldni. Eisini ræður um at laga seg til umstøðurnar, so hvørt sum tær broytast. Í byggivinnuni eins og í mongum øðrum vinnum vita vit, at sveiggini kunnu vera stór og knapplig.
Charles Darwin verður ofta siteraður fyri at hava sagt, at tað eru ikki tey klókastu ella sterkastu, sum yvirliva, men tey, sum duga best at laga seg til broytingar. Viðvíkjandi Landsbyggifelagnum kundu vit sagt, at tá stóru sveiggini bjóðaðu av, kom tað væl við at hava hvast vit og fakliga styrki, men tað kravdi sanniliga eisini dirvi til at laga seg til broyttu umstøðurnar.
Meiningin at virka her
Onkuntíð verður hetta at byggja land skírt at vera tjóðskaparligt reyp við ongum innihaldi. Men í tí at byggja land liggur nakað so grundleggjandi sum sjálv meiningin við at búgva her. Vilja vit sjálvi standa fyri at menna landið á øllum økjum, ella vilja vit keypa okkum tænasturnar uttanífrá? Vilja vit sjálv hava ávirkan á, hvussu menningin skal fara fram, ella skulu onnur stýra menningini fyri okkum?
Grundleggjandi vænti eg, at tey flestu halda, at vit sjálv skulu stýra menningini, men hetta krevur, at hvør einstakur tekur nakrar avgerðir. Tað krevur, at vit taka støðu til, at vit vilja byggja land í Føroyum. Tað krevur, at vit motivera hvønn annan til at lyfta í felag. Tað krevur eisini, at vit hava álit á okkum sjálvum og egnum førleikum, tí tað, sum vit eru før fyri at skapa, kann í mongum førum vera betri enn tað, sum onnur skapa fyri okkum.
Nevni hetta, tí skulu vit motivera dugnalig fakfólk til at virka í Føroyum, mugu vit skapa meining við teirra arbeiði, og meiningina skapa vit við at standa fyri okkara egnu menning. Hesin andin var alla mína tíð drívmegin í Atlantsflog, og eg veit, at hetta hevur verið andin, sum hevur drivið verkið í Landsbyggifelagnum. Gev teimum eina kirkju ella ein undirsjóvartunnil at standa á odda fyri, og tað verður gjørt!
Føroyingar búsettu seg ikki í Føroyum av praktiskum orsøkum, verður ofta sagt, men hevur her verið ópraktiskt at virka, so hava vit á øllum økjum – tí vinnuliga, mentanarliga, búskaparliga, politiska og málsliga økinum – funnið loysnir at búleikast her. Tað gjørdi Landsbyggigelagið eisini á sínum øki saman við øðrum dugaligum aktørum, sum moderniseraðu landið farnu hálv øldina og skaptu eitt samferðslukervi, sum bert fáur tordi at droyma um fyri fimmti árum síðan.
Tað sigst, at fyrsta avbjóðingin hjá Landsbyggifelagnum var at byggja eina garasju í Haldórsvík. Kanska onkur flenti at hesi lítlu uppgávuni, tá hon skuldi loysast, og hugsaði, at tílík smámál fóru neyvan at breyðføða mong starvsfólk. Men soleiðis er so mangt loyst úr lagdi í Føroyum, og so vita vit jú, at teir báðir Steve Jobs og Steve Wozniak byrjaðu tað stóra Apple-ævintýrið í eini garasju. Alt byrjar í smáum og veksur seg so størri. Dirvið at seta sær stór mál og hava vanligan snúrfornuft í hásæti er uppskriftin uppá at byggja upp eitt burðardygt virksemi og menna tað áhaldandi - landi og fólki at gagni.
Hetta er uppgávan hjá okkum øllum í Føroyum, og hetta er uppgávan, tit í Landsbyggifelagnum hava loyst so væl farnu 50 árini. Hjartaliga til lukku við tí, og hjartaliga til lukku við degnum!
Magni Arge