lbf.fo
07-04-2014
Hava bygt land í hálva øld
07-04-2014
Røða hjá Heðini Mortensen, borgarstjóra
28-12-2011
Nú kannar LBF eisini inniumhvørvið
28-12-2011
LBF hevur fingið nýggja heimasíðu

LBF er við í samtakinum, sum vann kappingina um Støkkhøllina
Heilt fitt av fólki var komið saman í býráðssalinum, tá Runavíkar Kommuna í morgun skipaði fyri fundi, har vinnarin av kappingini um at gera nýggja fimleikahøll við Løkin skuldi avdúkast.
Dávid Reinert Hansen, tekniskur leiðari hjá Runavíkar Kommunu, greiddi frá leistinum, sum hevði verið nýttur í kappingini.
Síðan avdúkaði Magnus Rasmussen, borgarstjóri, at eitt samtak við Búsetur, BPP Arkitektum, LBF Ráðgevandi verkfrøðingum og Sofus M. Jacobsen hevði vunnið kappingina frammanfyri fýra øðrum samtøkum.

Magnus Rasmussen segði m.a., at uppskotið, sum vann kappingina, er í síni heild í einum klassa fyri seg, har tann verandi høllin og tann nýggi bygningurin saman skapa eina heild og lyfta samlaða bygningin, bæði arkitektoniskt og í uppliving innanveggja.
Sjúrður Holm stjóri á Búsetur fekk handað blómutyssi, og síðani greiddi Lisa Sehested, arkitektur hjá BPP, frá verkætlanini.
Eftir ætlan verður grivið út í august í ár, og høllin stendur væntandi klár at nýta í september 2013