lbf.fo

Ljóskeldur
Tríggir høvuðsbólkar av ljóskeldum finnast:
1. Hitastrálari
2. Eksplosiónsstrálari
3. Ljósdiodur
Hitastrálari
Upp í hendan bólkin hoyra gløðilampan og halogenlampan.
Felags fyri hesar er at tær lýsa soleiðis, at ein tráður verður hitaður við streymi, sum verður leiddur ígjøgnum tráðin. Hesar ljóskeldur hava góðar eginleikar at endurgeva litir, kunna tendrast og sløkkjast ofta uttan, at tað skaðar lampuna, og kunnulættliga dempast. Vansin við hesum ljóskeldunum er, at stórur partur av orkuni verður brúktur til upphiting. Tær hava stutta livitíð og tola illa yvirspenning. Eru best egnavar til øki ella arbeiði, har neyðugt er síggja klárt, m.a. litir.
Eksplosiónsstrálari
Í hesum bólkinum eru ljósstoffrør, kompaktrør og damplampur.
Felags fyri hesar er, at tær lýsa soleiðis, at elektrónir verða sendar ímillum tveir pólar í einum røri, ið er fylt við fosfordusti. Tá elektrónirnar raka fosforið, fer tað at lýsa. Hesar lampur hava langa livitíð og eru orkusparandi. Vansin við hesum ljóskeldunum er, at liteginleikarnir eru vánaligir. Eru best egnaðar til stór høli, ið krevja nógv ljós, og har tað ikki er neyðugt við góðum liteginleikum.
Ljósdiodur
Hesar keldur verða eisini kallaðar LED-ljóskeldur.
Hetta er eitt hálvleiðarachip, ið lýsir, tá streymur fer ígjøgnum tað. LED brúkar lítið av orku og er sostatt orkusparandi. Vansin við LED er, at diodurnar verða sera heitar, og tí er neyðugt við góðari køling í armaturinum, har ljósdiodur verða brúktar. Hitin ger, at ikki ber til at brúka armatur úr plastikk ella líknandi tilfarið.
Tær nýggjastu ljósdiodurnar hava góðar liteginleikar, og tær allar bestu eru næstan líka góðar sum gløðilampan til at endurgeva litir.